Flogskipari ikki lært at lenda í mjørka

Ferðafólkini í einum flogfari,sum var á veg úr Cardiff í Bretlandi til París, hvukku við, tá flogskiparin brádliga boðaði teimum frá, at tað var mjørki á flogvøllinum í París, og hann ikki hevði ta neyðugu útbúgvingina til at lenda í mjørka. Flogfarið var av slagnum Bombardier 400, sum hevur pláss fyri 70 ferðafólkum. Bretska felagið Flybe eigur tað.

Tað var gott veður og klárt í París, tá flogfarið fór úr Cardiff, men meðan tað var á veg haðar, køvdii hann av á Charles de Gaulle-flogvøllinum. Tjúgu minuttir áðrenn flogfarið skuldi seta seg, boðaði flogskiparin so frá, at hann var ikki útbúgvin til at lenda í mjørka, og at flogfarið tí mátti venda.

Ein talskvinna hjá Flybe segði, at flogskiparin hevði tikið eina rætta avgerð, tí hóast hann hevur 30 ára royndir sum flogskipari, hevur hann ikki útbúgving í mjørkalending. Eitt annað er, at flogskiparin var nýliga farin at flúgva við Bombardier 400-flogførunum.

Ein talsmaður hjá bretska loftferðslueftirlitinum sigur við Sky News, at tilburðurin við Flybe-flogskiparanum er ógvuliga sjáldsamur og kanska eitt eindømi.