Floghavnin í Keflavík hin besta í Evropa

Floghavn Leifs Eirikssonar í Keflavík varð vald til bestu floghavn í Evropa í 2009 í kanning, sum altjóða floghavnarfelagsskapurin hevur gjørt. Tað skrivar íslendska blaðið Vísir á heimasíðu sínari.

Eftir floghavnina í Keflavík komu floghavnirnar í Zürich, Sveis, Porto í Portugal, Valetta á Malta og Southampton í Onglandi.

Besta floghavn í heiminum gjørdist fimta árið á rað Incheon í Suður Korea.