Heilt nógv flogfør eru komin í Vágar og farin úr Vágum í dag Eftir at mjørkin í gjár var orsøk til, at flogferðslan var nógv seinkað, er flúgvingin í kvøld um at vera komin í rættlag aftur. Øll flogførini, sum skuldu lætta úr Vágum í dag, eru farin. Framvegis verður bíðað eftir tveimum flogførum, sum skulu lenda í Vágum. Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahavn klokkan 20, ætlast at lenda klokkan 02.15 í nátt, og flogfarið úr Reykjavík, sum eftir ætlan skuldi lenda klokkan 23.30, verður í Vágum klokkan 23.58.
Tá ið flúgvingin í nátt fer at verða komin í rættlag aftur, hava trettan flogfør lent í Vágum síðani klokkan 05.15 í morgun, og tíggju flogfør eru farin úr Vágum.
U-15 og U-17 fótbóltslandsliðini, sum vóru á veg niður til Aberdeen at taka lut í kapping, vóru seinkað.
Í dag vóru boðini, at flogfarið til Aberdeen skuldi fara avstað klokkan 18.00. Tað lætti úr Vágum klokkan 18.51, og ferðalagið er komið upp á pláss í Aberdeen í kvøld.