Flogferðafólk í Evropa skulu skrásetast

ES ætlar at gera tað trupult hjá yvirgangsmonnum at ferðast við flogfari

USA og Kanada hava longu sett í gildi reglur um at skráseta fólk, sum ferðast við flogfari, og nú ætla ES-londini at gera tað sama.

 

Á fundi millum løgmálaráðharrarnar í ES-londunum hevur Franco Frattini, kommiserur í løgfrøðimálum, skotið upp, at ES skal áleggja hvørjum einstøkum landi at skráseta fólk, sum ferðast við flogfari. Endamálið er at forða yvirgangsmonnum at ferðast millum lond ella at søkja at ferðamannaflogførum.

 

Danska stjórnin tekur undir við hugskotinum. Lene Espersen, løgmálaráðharri, hevur tó sagt, at tað er ikki vist, at Danmark fer at taka undir við einari so víðgongdari skrásetingarskipan sum teirri í USA. Millum annað skal støða takast til, hvørjar upplýsingar kunnu skrásetast, hvussu tær skulu goymast og hvussu leingi.