Tíðindaskriv
Sáttmálin fevnir um eina samstarvsavtalu, sum í høvuðsheitinum snýr seg um,
at Flogfelag Føroya átekur sær at samskipa alt arbeiðið í samband við komur
og fráferðir frá Vágum til boripallin, Stena Don. Sjálvari tyrluflúgvingini
skulu FaroeCopter og Atlantic Helicopters taka sær av.
Umframt at standa fyri check-in og frakt sum skal til og frá boripallinum,
skal Flogfelag Føroya syrgja fyri, at øll trygdarkrøv verða fylgd og taka
sær av at starvsfólk verða flutt til og frá terminalinum til sjálvar
tyrlurnar.
Virksemið setur stór trygdar- og onnur krøv til Flogfelag Føroya. Virksemið
kemur í høvuðsheitum at ligga ímillum 8.00 og 17.00 gerandisdagar, men
felagið skal hava fólk standby 24 tímar um samdøgri allar dagar í vikuni,
um okkurt óvæntað skuldi tikið seg upp.
Flogfelag Føroya fer undir uppgávuna við góðum treysti og fegnast um, at tað
hevur eydnast at fáa hetta samstarv í lag við Statoil, nú aftur skal farast
undir royndarborðingar við Føroyar.
Flogfelag Føroya er meira enn bara ein ferðaskrivstova. Umframt at selja
ferðaseðlar fyri m.a. Atlantsflog, Faroe Jet, Smyril Line og útlendskar
operatørar, avgreiðir felagið FaroeJet í samband við teirra komur og
fráferðir í Vágum. Felagið hevur eina farmadeild og tekur sær eisini av
bilútleigan av HERTZ bilum. Eisini eigur Flogfelag Føroya, Hotel Vágar, sum
m.a. rekur kafeteria á flogvøllinum..
Við hesari seinastu samstarvsavtaluni við Statoil, vónar felagið at eitt
nýtt kapittul hjá felagnum kann byrja; nú óljuboringar standa fyri framman.










