Flutningsmálaráðharrarnir í ES-londunum vilja ikki geva flogfeløgunum endurgjald fyri tað, sum tey mistu orsakað av øskuni frá gosinum í Íslandi. ES-nevndin hevði annars lagt fram uppskot um at loyva limalondunum at lata flogfeløgunum fíggjarligan stuðul fyri missin av øskuni.
Tað vildu ráðharrarninir ikki, men flogfeløg, sum hava tørv á kapitali, kunnu fáa almenna trygd fyri láninum.
Sambært ES-kommiserinum í flutningsmálum kostaði íslendska øskuskýggið flogfeløgunum og vinnulívinum meiri enn 18 milliardir krónur.