Líkskoðanir benda á, at Air France-flogfarið brotnaði, áðrenn tað datt niður, og at fólk vórðu sogin út úr tí Ein ónevndur brasilskur embætismaður sigur við AP-tíðindastovuna, at líkini vóru at kalla nakin, tá tey vórðu funnin, og tað bendir á, at flogfarið er brotnað, og at fólk eru sogin út úr tí, sigur hann.
Brasilsku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at líkini, sum eru funnin á vanlukkustaðnum, vísa, at tað var ikki ein spreinging, sum fekk tað franska flogfarið at detta niður í havið um náttina tann 1. juni.
-Er flogfarið brotnað í 10 kilometra hædd, soleiðis sum vit halda, eru klæðini heilt einfalt skrædd av, sigur amerikanarin Jack Casey, sum er serfrøðingur innan flogtrygd.
Hann er sannførdur um, at flogfarið var ikki heilt, tá tað datt í havið. Tvørturímóti heldur hann, at flogfarið brotnaði, langt áðrenn tað rakti vatnskorpuna.