Flogfar úr Kastrup var aftan fyri niðurskotna flogfarið

Tað vóru bara fáir kilometrar millum flogførini, tá tað fremra varð skotið niður.

SI351 / SIA351 fór á flog úr Kastrup klokkan 12.45 í gjár og setti seg tólv tímar seinni í Singapore. Flogfarið fleyg uppi yvir Ukraina, og nú vísir tað seg, at tað var bara fáar kilometrar aftan fyri malaysiska flogfarið, sum varð skotið niður stutt frá russiska markinum.

 

Sambært Flightradar24 vóru helst millum 20 og 30 kilometrar ella nakrir fáir minuttir millum tey bæði flogførini.

 

Støðugt fleiri keldur siga, at tað er eingin ivi um, at tað malaysiska flogfarið varð skotið niður av einari rakett.

 

295 fólk vóru í flogfarinum, sum var á veg úr Amsterdam til Kuala Lumpur, tá tað hvarv á radaranum og datt niður har eysturi í Ukraina. Øll doyðu.