Flogfar neyðlendi á gøtu, har nógv ferðsla var

Eitt Cessna privatflogfar neyðlendi í dag á eini gøtu ú japanska býnum Osaka, skrivat BT.

Tað var nógv ferðsla, tá ið flogfarið neyðlendi, men eingin, sum var í gøtuni, fekk skaða.

Tað vóru bara flogskiparin og ein ferðamaður umborð, flogskiparin fekk lítlan skaða, men ferðamaðurin, sum við egnari hjálp kom úr vrakinum, varð fluttur á sjúkrahús.

Flogfarið var stutt frá Yao-flogvøllinum í Osaka í Japan, tá ið óhappið hendi. Flogfarið, sum júst var farið á flog, vendi aftur, helst tí tað vóru tekniskir trupulleikar umborð.

Veðrið var vánaligt tá neyðlendingin varð gjørd.