Flogfar horvið í Russlandi

Í Russlandi leita bjargingarlið eftir einum farmaflogfari, sum hvarv, beint eftir at flogskiparin hevði biðið um loyvi at neyðlenda í Magadan-landspartinum har norðuri í landinum. Myndugleikarnir siga, at 11 fólk vóru í flogfarinum.

Ein talsmaður fyri loftferðslumyndugleikarnar sigur við tíðindastovuna RIA Novosti, at flogfarið, sum er av slagnum An-12, hvarv tíðliga í morgun góðar 300 kilometrar norðan fyri Moskva. Hann váttar, at flogskiparin júst hevði biðið um loyvi at neyðlenda.

Farmaflogfarið var á veg úr Komsomolsk-om-Amur til tann fjarskotna Tjukotka-landslutin. Felagið Avis-Amur eigur flogfarið, sum er smíðað í 1963 og er tað elsta flogfarið av hesum slangum, sum verður brúkt til sivila flúgving í Russlandi.