Flogbrúgv til øll grannalondini

Í gjár fór Atlantsflog undir rutuflúgving millum Føroyar og Stavanger í Noregi. Flogið verður eina ferð um vikuna, men longu í næsta ár er ætlanin at víðka rutuna til tveir túrar um vikuna.

VIÐ hesi rutuni hevur føroyska flogfelagið rutur til flestu av okkara næstu grannalondum. Frammanundan verður flogið til Danmarkar, Skotlands, Ísland og Grønlands.


TAÐ er at fegnast um, at Atlantsflog víðkar sítt virksemi. Hetta merkir, at tað gongur væl hjá felagnum. Sum so hevur víðkanin av rutunetinum hjá Atlantsflog stóran sam-felagsligan týdning. Hon byggir brúgv millum Føroyar og grannalondini, og tað fer at fáa positivar avleiðingar á nógvum økjum. Her verður bæði hugsað um handil og vinnulív og um mentan.


FØROYAR liggja fjarskotnar úti í Atlantshavi, og tað hevur alstóran týdning fyri menningina av hesum samfelagnum - nú tað eisini verður tosað um størri sjálvbjargni, sjálvstýri og fullveldi - at samferðslan til umheimin er góð.


AT tað nú er flogsamband við Aberdeen og Stavanger, sum verða mettir sum oljuhøvuðsstaðirnir í okkara parti av heiminum, er av alstórum týdningi fyri eina komandi føroyska frálandavinnu. Við hesum sambandi ber til skjótari, lættari og bíligari at leggja lunnar undir nýggjum vinnuvirksemi her á klettunum.


TANN tíðin tá alt skuldi ganga gjøgnum Danmark er søga. Ikki tí - flúgvingin millum Danmark og Føroyar eru ómetaliga týdningarmikið - men hon er ikki nóg mikið. Tá hugsað verður um framtíðar tørvin og avbjóðingar, so mugu vit venda eyguni móti øðrum londum eisini. Og her koma bæði Skotland og Noreg helst at hava stóran týdning sum frálíðir. Og sjálvandi eisini grannar okkara fyri norðan, Ísland og Grønland.


VIÐ Smyril Line og Atlantsflogi nøkta vit í stóran mun tørvin á fólkaflutningi millum Føroyar og umheimin. At bæði hesi feløg eisini hugsa um at gera íløgur í nýtt skip og enn eitt flogfar er eisini vert at hava í huga, nú vit fara inn í eina nýggja øld. Men tað er greitt, at so fá sum vit eru, so krevja slíkar íløgur bæði dugnaskap og professionalismu. Vit seta so okkara álit á, at Smyril Line og Atlantsflog borga fyri hesum. Tillukku við nýggju rutuni tit øll hjá Atlantsflogi.