Kvinnulandsliðið er vinnari av sínum bólki í flogbólti. Tær staðfestu oddastøðuna við 3-0 sigri á Álandi.
Føroysku kvinnurnar vunnu eisini triðja dystin 3-0. Í fyrsta setti var ongin ivi, men í bæði øðrum og triðja setti stóð meiri á uttan tó at tað bleiv ordiliga spennandi.
Ein av lyklaspælarunum á føroyska liðnum er Birgit Guttesen, sum mátti av vøllinum í triðja setti, tá hon beklaði. Talan er tíbetur bara um ein snudd og bindingin um fótin er meiri fyribyrgjandi enn nakað annað.
Føroyska liðið helst møta Bermuda í hálvfinaluni, men tað er ikki endaliga avgreitt enn. Føroyska liðið hevur vunnið 3-0 á Grønlandi, Guernsey og nú Álandi.
Føroyar – Áland: 3-0 (25-7, 25-19, 25-18)
Føroyar spælir í dag triðja dystin á oyggjaleikunum á Bermuda. Mótstøðuliðið í dag er Áland.
3.Sett: 25-18
Okkara byrja væl og koma upp á 7-3, men Áland hálar inn á aftur og minkar niður í 10-8. Síðani fær føroyska liðið fótin fyri seg og vinnur seg upp á 15-10. Síðani gomgur javnt á til 21-15, tá Birgit Guttesen má út við einum snuddi í fótinum, tá hon at síggja til beklaði. Time-out.
Síðani gongur rímiliga lætt og føroyska liðið vinnur eisini triðja sett.
2.Sett: 25-19
Nú gongur meiri javnt á og í løtum er ikki meir enn tvey og trý stig á muni, men føroyska liðið vunnur tøttu bóltarnar tá á stendur. Sofía Purkhús, Birgit Guttesen og Anja Danielsen ganga á odda í álopsspælinum. Við 17-11 tekur Áland time-out.
Venjarin hjá Álandi er í øðini um dømingina og fær átalu. Øðin frá venjaranum tykist seta ferð á spælið hjá Álandi, sum kemur upp á 23-18, tá Bartal Eliasen velur at taka time-out eftir tvær misskiljingar á føroyska liðnum. Føroyska liðið vinnur 25-19
1.Sett: 25-7
Føroyska liðið er væl sterkari enn mótstøðan. Spælið riggar væl og føroyska liðið vinnur nógvar bóltar, men Áland ger eisini fleiri feilir, ið helst kunnu roknast sum ótrýstir feilir. Føroyar nógv betri í fyrsta setti.