Flogbóltsrisar hittast

ÌF og SÍ hava vunnið 25 steypa- og landskappingar síðani aldarskiftið.

Tað eru tvey av teimum heilt royndu steypaliðunum, sum hittast, tá SÍ og ÍF leygardagin bresta saman í steypafinaluni hjá monnum.

 

Bæði liðini hava myndað føroyskan flogbólt síðan aldarskiftið, millum annað hava tey vunnið steypa- og landskappingina 25 ferðir sínamillum síðani aldarskiftið. ÍF hevur vunnið landskappingina átta ferðir og steypakappignina sjey ferðir, meðan SÍ hevur vunnið ávikavíst fýra og seks ferðir. Tað vil siga, at vinnur SÍ steypafinaluna hesaferð, hava liðini vunnið kappingina líka nógvar ferðir.

 

SÍ er favorittur at vinna, um hugt verður eftir gongdini higartil í ár. Sørvingar liggja í løtuni trygt á fyrsta plássi í landskappingini við 35 stigum fyri 13 dystir, meðan ÍF liggur á triðja plássi við 20 stigum fyri sínar 13 dystir. Millum tey bæði liggur Fleyr, og líkt er til, at tað verður torført hjá ÍF at vinna seg í finaluna í landskappingini. ÍF má tí seta sítt álit á steypakappingina, um felagið skal vinna nakað í ár.

 

Av innanhýsis dystunum hevur SÍ vunnið tveir, og ÍF tann eina. 

 

Men sjálvt um stigatalvan sigur eitt, eru kortini góð sannlíkindi fyri, at talan kann gerast um ein spennandi dyst. Hóast ÍF hevur mist onkran sera stinnan leikara, hevur liðið framvegis gott fólk, og spurningurin er tí meira, um teir eru til dystin fús, tá finalan byrjar. Eru teir tað, kunnu fuglfirðingar saktans geva sørvingum harða kapping um steypið.

 

Finalan verður leygardagin í ítróttarhøllini á Hálsi.