Flogbóltslandsliðið tapti móti Belgia

EM: Fjálturin skuldi ristast av føroysku spælarunum, tá teir spældu EM-undankappingardystin móti Belgia í gjár

Mynd: (CEV.eu)

Føroyar hava meldað seg til EM-undankappingin í mansflogbólti. Tað merkir, at føroysku spælararnir nú sleppa at royna seg móti teimum stóru tjóðunum í Evropa. Fyrsti dystur var í gjár, har Belgia vann 3-0. Settúrslitini vóru 25-7, 25-15, 25-9.

 

- Vit vistu tað fór at gerast trupult, og tað var, og í fyrsta settinum tóktist sum um, at føroysku leikararnir vóru eitt sindur fjálturstungnir og gjørdu óprovokeraðar feilir, sum teir ikki høvdu gjørt, spældu teir ein vanligan dyst í Føroya Tele-deildini, skrivar Flogbóltssambandið og leggur afturat:

 

- Støðan gjørdist 7-0 áðrenn Føroyar vunnu sítt fyrsta stig. Tað tók Belgia einans 15 minuttir at vinna settið. Blokkurin hjá Jóhan Arna til 7-15 eftir eina kanónservu frá Mattiasi átti at givið eina saltvatnsinnspræning, men tíverri var tað síðsta stigið, Føroyar vunnu í fyrsta setti.

 

Ljóspunktið í dystinum vóru tey 15 stigini, sum komu til høldar í øðrum setti, har Føroyar javnaðu til 7-7 og høvdu bæði lobbað og smassjað við hepnari hond. Føroyar fylgdu við til 10-12, men so kom stígur í, og Belgia legði seg á odda 17-10 og 21-11, áðrenn settið varð vunnið 25-14.

 

Triðja sett tóktist fara at fáa somu lagnu sum tað fyrsta, men frá 3-10 vunnu Føroyar regluliga stig, og vónir vóru um at fara upp um tey 10 stigini – ikki minst tá Thorvald vann eina “challenge”, sum vísti, at servan hevði verið innanfyri, og Føroyar tí vunnu stigið til 9-17, sum dómarin annars hevði dømt til Belgia. Men hetta gjørdist seinasta stigið hjá Føroyum, og Belgia vann 25-9.

 

- Hesaferð vóru vit við fyri at læra, og lærdómur er lættur at bera, so vit gleða okkum at síggja Føroyar aftur – hesaferð á heimavølli – mikukvøldið tann 10. august í høllini á Hálsi ímóti Estlandi. Og vit gleða okkum ikki minni at síggja tykkum øll í høllini. Og tað er ókeypis atgongd, boðar Flogbóltssambandið frá.

 

EM-undankappingardystur, bólkur C, menn:

 

Belgia – Føroyar 3-0 (25-7, 25-15, 25-9)

 

##ms##

 

Mynd: (CEV.eu)