Flogbóltur: Mjølnir og ÍF gjørdu slætt borð

Birgit Guttesen úr Mjølni og Rúni Weihe úr ÍF blivu kosin ársins spælarar, tá flogbólturin setti punktum fyri einum spennandi vetri. Mjølnir og ÍF vunnu alt, sum var at vinna. Á gallaveitsluni hjá flogbóltinum, sum var í Trongisvági í gjárkvøldið, vann Mjølnir alt hjá kvinnunum og tvær ferðir hjá monnunum, har ÍF annars fór avstað við restini.

 

Ársins spælari

Kvinnur: Birgit Guttesen (Mjølnir)

Menn: Rúni Weihe (ÍF)

 

Ársins hevari

Kvinnur: Eina S. Kalsø (Mjølnir)

Menn: Thorvald Danielsen (Mjølnir)

 

Ársins blokkspælari

Kvinnur: Lena í Buð (Mjølnir)

Menn: Hjalti Josephsen (Mjølnir)

 

Ársins álopsspælari

Kvinnur: Birgit Guttesen (Mjølnir)

Menn: Rúni Weihe (ÍF)

 

Ársins verjuspælari

Kvinnur: Margit Joensen (Mjølnir)

Menn: Uni Reinert Petersen (ÍF)

 

Ársins stjørnuskot

Kvinnur: Poulina Øregaard (Mjølnir)

Menn: Bárður Jacobsen (ÍF)

 

Ársins venjari

Kvinnur: Boban Ilic (Mjølnir)

Menn: Suni Hansen (ÍF)

 

Ársins dómari

Jan Hentze