Flogbóltur: Dráttur vann aftur á Fleyr

Flogbóltur: Dráttur vann enn einaferð á Fleyr og hevur tí enn møguleika at gerast nummar tvey, men so skulu tær vinna á TB næsta vikuskiftið

Dráttur-Fleyr 2-0

(21-17, 21-17

21-10, 21-14)


Fleyr fekk ikki hevnd fyri tapið í hálvfinaluni móti Drátti, tí kvinnurnar úr Vágum gjørdu bart. Tær vunnu dystin sunnudagin greitt.


Hava mótið enn

Dráttur var sterkara liðið á Giljanesi sunnudagin og tí var ongantíð nakar rættuligur ivi um hvør fór at vinna dystin. Fyrri hálvleikur var nokkso javnur, men kortini var Dráttur klárt tað betra liðið. Fleyr var kanska eisini nakað skert av, at Rúna Hentze ikki var við tí hennara drúgvu royndir telja ikki so lítið fyri hinar leikararnar á liðnum.

Óvæntað var tað harafturímóti ikki at Dráttur vann. Tær hava higartil í ár víst, at tær, tá hugurin er til staðar, kunnu gera seg galdandi í oddinum, men tað krevur so eisini, at tær vinna dystirnar móti liðunum, sum eru undir teimum í stigatalvuni.

Tað er gloppið hjá teimum tvær ferðir í ár, og tað vísir kanska støðuna hjá Drátti sum hon er. Tilfarið er til staðar, men spælið er ikki nóg støðugt til veruliga at kunna gera seg galdandi.

Men tær hava mótið enn, hóast tað verður torført at fáa hendur á silvurmerkjunum. TB liggur best fyri og liðini bæði hittast nevniliga næsta vikuskiftið. Tann dysturin verður samstundis seinasti dysturin hjá Drátti í ár, tí fríggjakvøldið spæla tær móti Mjølnir tann dystin, sum átti at verið leiktur tann dagin steypafinalan er.

Tí vita vit sunnudagin um tað fer at eydnast Drátti at vinna silvurmerkini ella ikki.


Ringt ár

Hjá Fleyr hevur árið verið serstakliga ringt, tá hugsað verður um úrslitini. Tær hava tapt so nógvar dystir, sum ongantíð fyrr og seinasta vikuskiftið glapp finalusessurin teimum av hondum í steypakappingini.

Tað skal tó sigast teimum til fyrimuns, at tær hava havt torført við at finna rætta fólki í ár, og tað ger truplu uppgávuna enn torførari.

Men soleiðis er ítróttur eisini og tað er einki annað at gera við tað enn at berjast víðari, hóast tað svíður sum svøllur tá tað gongur ímóti.


Ikki besta útgangsstøði

Nú kappingarárið líður móti endanum hevur Dráttur umframt stríðið um silvurmerkini steypafinaluna móti Mjølnir eftir.

Henda verður, sum áður sagt, leikt 18. marts, men útgangsstøðið hjá Drátti er ikki tað besta. Inntil finaluna mugu tær klára seg uttan Herborg á Mýruni, tí hon er farin lestrarferð. Herborg spælir hevari og tí verður tað torført at klára seg uttan hana.

Kortini er hetta ikki nakað sum hevur verið Drátti ókunnugt, tí tær hava vitað tað leingi og hava tí fyrireikað seg eitt sindur til broytingina.

Um tað so fær ávirkan á spælið í finaluni er ikki gott at vita.