Føroyska manslandsliðið spældi í dag sín seinasta dyst í EM-undankappingini í Luksemburg. Dysturin var ímóti Skotlandi, og Føroyar taptu 3-0, 25-20, 25-17 og 25-20.
Føroyska flogbóltslandsliðið hevur seinastu dagarnar kappast í EM-undankapping í Luksemburg. Úrslitið gjørdist eitt 3. pláss við tveimum sigrum og tveimum ósigrum, skrivar flogbóltssambandið í dag.
Luksemburg gjørdist nr. 1 í kappingini eftir at teir í dag vunnu 3-1 á Skotlandi. Hesi bæði liðini koma víðari til endaumfarið sum verður á Cypros í 2013.
Jóhan Petur á Stongum gjørdist besti móttøkuleikar tá hugt verður eftir prosentum í mun til móttøkur, men gjørdist nr. 2 um bert verður hugt at tal av móttøkum - eitt sera flott úrslit hjá Jóhan Peturi, sum í løtuni leikar við Aalborg Volley, skrivar flogbóltssambandið.
Endaliga støðan í kappingini kann síggjast HER (Føroyar eru í Pool B in Luxembourg.