Í morgin byrjar annað umfar í innleiðandi kappingini til EM-undankappingina í flogbólti hjá kvinnum. Tær hava valt oyggjaleikirnar frá og eru nú í Luksemborg til kappingar, har mótstøðuliðini eru Luksemborg, Ísland, Skotland og Kýpros.
Ferðalagið er komið vegin fram og hevur havt fyrstu venjingina. Hitin er ein avbjoðing í Luksemborg. Í dag eru millum annað 31 hitastig. Ein onnur avbjóðing er, at fleiri spælarar hava ikki verið við landsliðnum fyrr.
- Liðið er øðrvísi í ár, tí vit eru bara 6 av 14, ið hava verið við landsliðnum fyrr. Hetta gevur eitt heilt serlig huglag á liðnum, tí allar virka spentar. Tað er eisini torført at fyrireika seg til lið, sum spæla á einum stigi, ið flestu ikki hava roynt at spæla móti fyrr, sigur Sofía Purkhús.
Hon spælir til dagligt í Danmark við Amager VK og hevur millum roynt verið kosin til ársins spælari. Hon vil ikki leggja ov stórt trýst á føroyska liðið.
- Tað er ringt at siga, akkurát hvørjar vónir vit hava. Vit hava eitt nýtt lið og hava ikki hava sæð hini liðini spæla enn. Vit vita, at liðini vit møta eru jøvn og sterk, sigur Sofía Purkhús.
Ísland hevur júst verið til HM undankapping og er tí í góðum dystarformi. Seinast vit spældu móti Kýpros taptu vit 3-2, meðan tað er meiri óvist hvørja styrki Luksemborg og Skotland hava.
- Okkara mál er at avrika á hægsta stigi sum vit kunnu. Sjálvandi vilja vit eisini vinna bólkin og koma til veruligu EM undankappingina, sigur Sofía Purkhús.
Fyrsti dystur hjá Føroyum verður fríggjadagin klokkan 12. Hann er móti Kýpros.