Flindt: Vit tóku okkum saman í seinna hálvleiki

Ljóðsamrøða frá Rás2: Liðskiparin hjá KÍ var ikki nøgdur við fyrra hálvleik, men betur hilnaðist í seinna

KÍ vann í kvøld 4-1 ímóti botnliðinum, ÍF, í Fuglafirði í kvøld. Fyrst kom KÍ á odda við sjálvmáli, áðrenn ÍF javnaði eftir hálvan tíma. Í seinna hálvleiki vaknaðu klaksvíkingar veruliga, og við málum frá tveimum av teirra útlendsku leikarum, serbiska Ahmed Mujdragic og hálendska Albert Adu (2), vann KÍ at enda 4-1. Sigurin merkir, at KÍ fer í summarfrí við sama stigatali sum Víkingur - bæði liðini hava 29 stig.

 

Verjukempan og liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, sigur, at hann og liðfelagarnir tóktust ikki at vera har, sum teir áttu at vera í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vaknaðu teir veruliga. Jonas Flindt er eisini vónríkur og spentur til evropeisku avbjóðingina hjá KÍ ímóti svenska AIK Stockholm. Samanumtikið er hann eisini nøgdur við fyrru kappingarhálvu hjá KÍ.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra ljóðsamrøðuna við Jonas Flindt Rasmussen frá fótbóltssendingini hjá Rás2.