Fleyr fekk hevnt steypaósigurin

Flogbóltur: Seinasta flogbóltskappingin í hesum kappingarárinum var í Vágunum seinasta vikuskiftisa

Terji Nielsen

Endabresturin á flogbóltskappingarárinum 1999/2000 var um vikuskifti, tá ið flogbóltsfelagið Dráttur í Vágum skipaði fyri stórari kapping fyri teimum eldru liðunum. Ikki færri enn 44 lið tóku lut í kappingini, og er hetta á leið sama luttakaratal sum undanfarin ár.


TB og Mjølnir vunnu tvær deildir hvør

Undan finalunum, sum allar vóru leiktar sunnudagin, við undantaki av finaluni í meistaradeildini hjá kvinnum, var størsti spenningurin um, hvørt tað fór at eydnast monnunum hjá Fleyr at hevna steypaósigurin ímóti Mjølnir, sum teir máttu lúta fyri í steypakappingini. Tað eydnaðist hjá Fleyr í einum spennandi dysti at vinna 2-1, og hetta var kanska eitt lítið plástur á sárið fyri steypaósigurin.

Í meistaradeildini hjá kvinnum vóru tað eisini Fleyr og Mjølnir, sum hittust í finaluni, og hendan dystin vann Mjølnir 2-0.

Bæði 1. deild kvinnur og 2. deild kvinnur vann TB. Í 1. deild var mótstøðuliðið KÍF, og hendan dystin vann TB 2-0, meðan 2. deildarliðið hjá TB vann 2-0 á Fleyr B í finaluni í 2. deild kvinnur.

Í 1. deild hjá monnum dystaðust Mjølnir og Fleyr B í finaluni, og hendan dystin vann Mjølnir 2-1. Finalan í 2. deild hjá monnum gjørdist ein rein Sørvágsuppgerð, tá ið B og C liðini hjá SÍ hittust í finaluni. Endaliga úrslitið av tí dystinum gjørdist, at SÍ C vann 2-1.