Sambært Fiskamarknaði Føroya fiska flestu partrolarar og djúpvatnstrolarar, sum eru til fiskiskap í løtuni, makrel.
- Bert tvey pør og ein djúpvatnstrolari eru til fiskiskap eftir botnfiski. Allir hinir fiska makrel ella liggja við bryggju.
Um teir smáu trolbátarnar veit marknaðurin at siga, at fýra bátar helst koma inn at landa í morgin. Hesir hava mest av svartkalva og nakað av toski.
- Hinir trolbátarnir liggja við bryggju, men onkur fer væntandi út aftur í vikuni, sum kemur, veit Fiskamarknaður Føroya at siga.