Flestu trolarar eru til fiskiskap

- Flestu pør eru til fiskiskap, men helst kemur bara eitt par inn at landa mánadagin.

- Flestu pør eru til fiskiskap, men helst kemur bara eitt par inn at landa mánadagin. Hini pørini koma, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er ikki av tí besta.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at skipini fáa nakað av longu, kongafiski og toski sum hjáveiðu.

 

- Fimm djúpvatnstrolarar fiska upsa, svartkalva og kongafisk, og ein fiskar blálongu. Onkur kemur helst inn at landa mánadagin, og nakrir koma seinni í vikuni.

 

Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar um næstu viku, vóru seks trolbátar til fiskiskap. Allir fiska havtasku og koma inn at landa miðskeiðis í vikuni. Men, fiskiskapurin hjá trolbátunum er smáligur.