Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Væntandi kemur eitt par inn at landa mánadagin, og síðan koma onnur pør helst seinni í næstu viku. Í løtuni eru tvey pør á gulllaksaveiði.
- Fýra djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni. Ein fiskar stinglaks, og tríggir fiska svartkalva og kongafisk. Møguliga kemur onkur djúpvatnstrolari inn at landa í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tríggir trolbátar í løtuni eru til fiskiskap. Teir eru allir vestanfyri.
- Ein trolbátur kemur inn at landa mánadagin, og hinir koma væntandi miðskeiðis ella síðst í næstu viku. Nú er fiskiskapurin hjá trolbátunum aftur á einari leið.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Tvey hava landað í dag, og eitt landaði mikudagin.
- Væntandi fara øll garnaskipini út aftur sunnudagin og koma so inn aftur at landa í endanum av næstu viku, verður lagt aftrat.