Flestu línuskip eru vestanfyri

Tvey frystilínuskip fiska í grønlendskum sjógvi, og tvey frystilínuskip eru í Grønlandi og taka ímóti fiski.

- Fimm línuskip eru vestan fyri og fiska tosk og svartkalva, og skipini fáa eisini nakað av longu og brosmu. Eitt av hesum skipum kemur inn at landa mánadagin, og okkurt kemur seinni í næstu vku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tvey av línuskipunum, sum fiska vestan fyri, fáa mest av longu, og vænandi kemur annað av hesum skipum inn at landa mánadagin.

 

- Tvey frystilínuskip fiska í grønlendskum sjógvi. Tey fiska serliga tosk og nakað av brosmu. Haraftrat eru tvey frystilínuskip í Grønlandi og taka ímóti fiski.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður góður, og veðrið verður hampiligt. 

 

- Men, tað er ikki nógvur útróður í løtuni, og fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya.