Flestu kvinnur arbeiða í tænastuvinnum

Av høvuðsvinnubólkunum er ‘Almenn og onnur tænasta’ tann størsti við 9.653 løntakarum. Tað er í hesum bólkinum, at flestar kvinnur eisini arbeiða, og her telja tær tríggjar fjórðingar av løntakarunum. Næststørsti høvuðsvinnubólkur er ‘Privatar tænastuvinnur’ við 8.926. Her er býtið javnari, tá kvinnurnar telja 45% av øllum, skrivar Hagstovan í síni nýggju greining av føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Kynsbýtið er nógv øðrvísi í tilfeingis-, byggi og framleiðsluvinnum. Í 'Fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum’ eru 4.364 løntakarar, og her er kvinnuparturin 27%. Størsti ójavnin er í fjórða høvuðsbólkinum, ‘Byggivinna og aðrari tilvirking’, ið er umleið eins stórur sum fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur. Her er kvinnuparturin einans 13% av øllum løntakarunum. Tað er sostatt í tænastuvinnunum, at vit finna flestar løntakarar og tað er eisini her, at flestu kvinnurnar arbeiða.

 

Seinastu fimm árini er tað ójavna býtið millum kynini í høvuðsvinnubólkum einans blivið størri. Í vinnubólkinum við størsta mannfólkapartinum, ið er byggivinna o.o. tilvirking, er vøksturin 1.064 menn mótvegis 140 kvinnum. T.v.s. at menn eiga 88% av vøkstrinum í hesum vinnubólki. Hinvegin er broytingin í almennum o.ø. tænastum, har vøksturin er 832 kvinnur og 60 menn. T.v.s. at kvinnur eiga 93% av vøkstrinum í hesum vinnubólki.

 

Flestu løntakarar starvast hjá kommununum (har eisini ríkisstovnar eru við í bólkinum), næstflest í heilsu- og almannaverki, triðflest í handilsvinnuni v.m. Síðani koma byggivinna, undirvísingarverkið og so tilfeingisvinnurnar í fiski- og alivinnu. Hesar eru 8 tær størstu vinnurnar eftir løntakaratali at rokna. Her sæst eisini, at stóri vøksturin í gistihús- og matstovuvinnuni, ið varð tann triðstørsti av øllum, hevur gjørt, at henda vinna nú er tann tólvta av øllum 22 vinnugreinum.