Fleiri ferðafólk nýta Airbnb enn í gistingarhúsum, tá tey eru í Føroyum, bendir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Visit Faroe Islands á.
Gallup hevur spurt 438 ferðafólk, sum vitjaðu í Føroyum millum 22. juli og 22. august, um ymisk viðurskifti viðvíkjandi ferð teirra í Føroyum.
Spurnarumfarið vísir, at 38,9 prosent av teimum spurdu siga, at tey hava bóka sær býli umvegis Airbnb, meðan 32,5 prosent gistu á gistingarhúsi.
Sambært Hagstovuni vóru 17.578 gistingar á føroysku gistingarhúsunum í juni í ár. Okkurt bendir tí á, at AirBnb hevur yvir 20.000 gistingar um mánaðin í Føroyum í háárstíð.
Fleiri ferðafólk svaraðu tó, at orsøkin til, at tey valdu Airbnb, var at einki pláss var á gistingarhúsinum. Sannlíkt er tí, at um um várið, heystið og veturin velja lutfalsliga fleiri gistingarhús enn Airbnb.
Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 438 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71,4%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28,4% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn.