Um hugt verður at arbeiðsloysistølum aftur til 1995 sæst, at teir tilkomnu arbeiðstakararnir eru sera væl umboðaðir í hagtølunum.
- Frá ár 2000 og fram til í dag er bólkurin av teimum, sum eru millum 55 og 66 ár best umboðaður bæði í tali og í prosentum í mun til tal á arbeiðstakarum, vísir Samtak á. Tey byggja hetta á hagtøl frá Hagstovuni.
Fimti hvør arbeiðstakari er millum 55 og 66 ár, men tað er fjórði hvør arbeiðsleysur, sum er í hesum aldursbólkinum.
Hesin bólkurin er ikki serliga nógv viðgjørdur í vanliga orðaskiftinum, og tað eru fá lond, sum gera málrættað arbeiði fyri at fáa henda málbólk aftur í arbeiði.
Tað er minst sannlíkindi at vera arbeiðsleysur, um tú ert í aldrinum 40 - 54 ár. 35% av løntakarunum eru í hesum aldrinum, men einans 26% av teimum arbeiðsleysu eru í hesum aldrinum. Hjá hinum aldursbólkunum er samsvar millum arbeiðsloysi og tal av arbeiðstakarum.
Samlaða talið á arbeiðsleysum er framvegis rættiliga høgt. Sambært Arbeiðsloysisskipanini eru knapt 1500 fólk arbeiðsleys, og um hugt verður at útboðnum av størvum sæst, at sera fá størv eru tøk í løtuni, og tey flestu krevja styttri ella longri útbúgving ella yrkislæru. Tey flestu arbeiðsleysu hava onga formliga útbúgving ella yrkislæru.










