Tá ið stóra flóðaldan herjaði í Asia 2. jóladag í 2004, misti hann sonin Jacob, sonarkonuna Lisbeth, abbasonin Silas og abbadóttrina Regitze. Abbabørnini vóru 4 og 3 ára gomul. Tey vóru í Teilandi og ferðaðust. Ætlanin var at vera har í tveir mánaðir.
- Tað, sum mær hevur verið fyri, hevur kroyst meg at mínum ytstu mørkum, sigur Flemming Kofod-Svendsen. Og hann heldur fram:
- Eg havi staðið andlit til andlits við lívsins døpru síðu, og eg havi kent mín egna veikleika, sum ongantíð fyrr. Eg havi lisið fleiri frásagnir um, hvussu innihaldsríkt, ja næstan stórbært líðingin kann broyta lívið. Tað kann eg ikki siga, tí tað eru ikki mínar royndir. Dagliga bøn mín til Guds hevur verið, at eg havi biðið hann givið mær megi, styrki og áræði til tær uppgávur, sum júst hesin dagurin býður mær. Stutt sagt at hjálpa mær at liva.
Heitið á fyrilestrinum er »Deyðin, sorgin, vónin«. Í fyrilestri sínum sigur Flemming Kofod-Svendsen bæði frá síni egnu sorg og frá sorgini sum lívsins kor. Og hann ber øðrum tann ugga, sum kristni boðskaðurin hevur givið honum, og sum hevur orð til øll teirra, sum mist hava.
Flemming Kofod-Svendsen er sóknarprestur í Birkerød og hevur verið floksformaður, fólkatingslimur og ráðharri fyri Kristiliga fólkaflokkin í Danmark.
Lisbeth, sonarkona Flemmings, var tíðliga í 90-árunum í húsplássi í Fuglafirði.
Fyrilesturin í Havn er í Vesturkirkjuni hóskvøldið 25. juni kl. 20.00. Anna D. Háberg syngur nakrar sangir. Hon gav í 2008 út fløguna ‘Nakið’. Fløguna ognaði hon foreldrum sínum, Rosu og Ditleif Eldevig, sum doyðu í ferðsluvanlukku. Drekkamuður verður aftaná.
Fyrilesturin í Fuglafirði er í Thabor sunnukvøldið 28. juni kl. 18.