Tað er bæði útlendskur og føroyskur áhugi fyri at standa fyri søluni av p/f Postverk Føroya, nú landsstýrið er farið undir at privatisera almenna partafelagið. Tað upplýsir Kringvarpið í dag.
Tá freistin var úti á middegi í gjár hevði Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fingið tilboð frá seks feløgum, ið bjóðaðu seg fram til uppgávuna.
Aðalráðið fer at hyggja nærri upp á tilboðini í dag og í næstu viku verður kunngjørt hvør fær arbeiðið at ráðgeva aðalráðnum í tilgongdini at selja partapeningin í almenna partafelagnum.
Tá arbeiðið bleiv boðið upplýsti aðalráðið, at søluráðgevin skal millum annað ráðgeva um yvirskipaða projektleiðslu og samskipan, kortleggja møguligar keyparar og greina strategisk atlit.

Fleiri um boðið at selja Posta

