Fleiri tvingsilssølur boða ikki frá góðum

Í Danmark eru tvingsilssølurnar øktar munandi í seinastuni, og tað er tekin um vend í búskapinum, siga serfrøðingar. Í juni vórðu 157 hús kravd á tvingsilssølu í Danmark, og tað er væl fleiri enn í mai, tá 125 hús vórðu kravd undir hamaran.

Vøksturin er 26 prosent, og danskir búskaparfrøðingar eruá einum máli um, at hetta er eitt tekin um, at vend er komin í danska búskaparvøksturin.

-Nú húsaprísurin fellur ella ikki hækkar so skjótt sum fyrr, fara vit at síggja fleiri tvingsilssølurm, og tað fær beinleiðis ávirkan á ta privatu nýtsluna, sigur Jens Bredstrup, sum er búskaparfrøðingur hjá Dansk Erhverv.