Fyri keyparan er tað júst rætta tíðin, tí nú kann møguliga keypast fyri dumping prís.
Fyrst í 90unum gjørdi Fuglafjarðar kommuna 3 tunlar á havnaøkinum, teir hava verið leigaðir út síðani tá, og eru helst útgoldnir í dag. Meginparturin av havnalendinum í Fuglafirði er komið á tann hátt, at lendi omanfyri er sprongt burtur og nýtt sum ífylla. Lendið verður síðani leiga út til tey sum hava áhuga fyri tí. Tunlarnir eru stórt sæð gjørdir á sama hátt, tilfarið sum kom frá teimum, bleiv somuleiðis nýtt til ífyllu. At skapa meira lendi á havnaøkinum, har lítið av sløttum er fram við bakkanum, varð sera skilagott.
Íløgan, sum borgararnir í Fuglafirði gjørdu í 90unum, byrjar nú verðuliga at geva pening í kassan. Tað eigur eisini at verða uppgávan hjá býráðnum at umsita hesa ogn hjá borgarunum á skilabesta hátt. Hví tunlarnir skulu seljast nú, táið bankarnir hava smekkað kassalokið í, og sera treyðugt lána út, er mær ein gáta. Skulu vit tosa um ”timing”, so er tíðin sera illa vald - sæð frá borgarans síðu.
Ein møguleiki, til at seljast má nú, er møguliga tann, at allur peningurin hjá borgarunum er vippaður í eina vitleysa, óproduktiva, grótrúgvu á 30 metra dýpi á havnalagnum, og tí er kassin tómur - Tey bleytu virðini eru umsett til grót á havsins dýpi. Harliga hevur eisini alment verið funnist at hesum ørðskapi. Skal kommunan hava fatur í peningi til íløgur og lønir, so er neyðugt at selja út av arvagóðsinum til dumpingprís, annars steðga møguligar verkætlanir sum settar eru í verk.
Varð tað ikki nógv betur at verkætlanirnar steðgaðu og vóru settar í gongd aftur táið peningur varð tøkur. Panikloysnir eru altíð av tí ónda og kosta meira enn tær eiga at gera. Undanfarna og verðandi býráð hava so dyggiliga spælt falit, og eiga fyri alt í verðini ikki fáa loyvi til at oyðsla komunalar ognir burtur bert fyri at sminka egna fasadu. Eg vil tí vegna borgararnar heita á tykkum sum býráðslimir:
Taki tykkum saman – hugsið um hvønn tit umboða – takið rætta langtíðaravgerð fyri borgaran og ongan annan.
Eg havi einki ringt at siga um tær fyritøkur sum í dag leiga tunlarnar. Skrivingin er ikki vend móti teimum - men arbeiðslagi hjá býráðnum tykist sera ódámligt.
Kvinnuflokkurin fannst, upp undir valið, harliga at mannagongdum og lovaði at arbeiða fyri einum betri gjøgnumskygni í býráðsarbeiðinum. Higartil hava vit einki sæð til tað - møguliga eru grundir fyri tí - vallyftið má tí metast sum innantómt orðaskvaldur.
Hevur tað nakrantíð verið brúk fyri innliti í kommunalt arbeiði so er tað júst í hesum døgum.
Kristina og Elisabeth.
Tit kunnu geva borgaranum innlit, við at svara hesum spurningum alment (í bløðunum), fyrisitingin kann geva tykkum tey neyðugu tølini.
Hvussu nógv kostaðu tunlarnir hvør sær at gera?
Hvussu nógv kostaði inntakið (felagstunilin)?
Skal tann sum keypir eisini gjalda sín part av felagstunlinum - ella skal tann kostnaðurin berast av borgaranum?
Hvussu nógv er tað umroknað til nútíðarvirðið - uttan kreppuniðurskurð - tí fíggjarkreppan er av um stutta tíð?
Er lán í tunlunum ella eru teir útgoldnir?
Hvussu nógv fær kommunan í leiguinntøku um árið – fyri hvønn tunil?
Er tað viðtikið á býráðsfundi at tunlarnir skulu seljast – um ikki - hvør hevur so tikið avgerðina?
Hví skulu tunlarnir seljast júst nú?
Hvør sat í fíggjarnevndini (seinasta valskeið), táið fíggjarnevndin av fyrstantíð kom við uppskotinum um at tunlarnir skuldu seljast?
Hvørji feløg og/ella persónar eiga Bergfrost?
Hvør situr í nevndini hjá Bergfrost - og hvussu er nevndin skipað?
Hvør situr í býráðssamgonguni í dag?
Um tit ikki hava svarað borgaranum uppá hesar spurningar - alment- (í bløðunum) innan eina viku, so má eg gera tað sjálvur.