Har var eingin fagnandi mannamongd, men í staðin langar røðir av jarnforðingum og maskukløddum hermonnum í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D. C. í dag.
Gøturnar vóru óvanliga tómar, tá Joe Biden og Kamala Harris um middagsleitið lokala tíð vórðu tikin í eið sum forseti og varaforseti í USA.
– Tað er pínufult at síggja, at allur býurin er stongdur, segði fyrrverandi republikanski senatorurin, Jeff Flake, tá hann kom til Kongressina í dag.
Umleið 25.000 hermenn eru í dag settir á gøtuna í Washington D. C. at forða fyri endurtøku av ófriðinum, sum var í og kring Kongressina 6. januar.
Tann dagin herjaðu Trump-stuðlar á Kongressina, sum var saman fyri formliga at góðkenna valsigurin hjá Biden.
– Huglagið var løgið, tað er ógvuilga óamerikanskt, sigur 36 ára gamli Jason Sheffield við tíðindastovuna AFP.
Hann leggur afturat, at øll løgregluliðini og herliðini eru »ræðandi« og »óetisk í mun til frælsi«
Í dag er bara boðað frá heilt fáum og ógvuliga spjaddum mótmælum.
Tvær mótmælisgongur, sum skuldu verið í Washington D. C., eru avlýstar, upplýsa amerikanskir myndugleikar.
Uttan fyri stóru jarnbreytarstøðina í býnum, Union Station, standa vápnaðir hermenn og halda vakt við píkatráðsforðingum.
Yvirgangsserfrøðingurin Dennis Pluchinsky, sum áður hevur veirð í starvi hjá amerikanska uttanríkisráðnum, er sannførdur um, at møgulig mótmæli ikki sleppa at órógva tað, sum fer fram í Washington í dag.
– Tað einasta, tey royna, er at sleppa at flagga við sínum flaggi og órógva innsetanina, sigur hann við tíðindastovuna Reuters.
Í innsetingarrøðuni uttan fyri kongressbygningin nevndi Joe Biden eisini ófriðin fyri tveimum vikum síðani.
– Bert dagar eftir, at ein uppreistrarliga sinnað mannamongd helt, at tey við harðskapi kundi kvala fólksins vilja, forða okkara fólkaræði í arbeiði sínum og reka okkum burtur av hesum heilaga øki, hendi tað ikki, segði Biden.
– Tað fer ongantíð at henda, ikki í morgin, ongantíð.
Nógv flestir amerikanarar fylgdu innsetanini av Biden og Harris í sjónvarpi ella á sosialum miðlum.
Vanliga verða býtt út umleið 200.000 atgongumerki til at vera við til innsetanina av einum nýggjum forseta.
/ritzau/