Fleiri stormskaðar um vikuskiftið

Løgreglan fekk sunnudagin fleiri fráboðanir um stormskaðar kring landið. Húsatekjur og klædningar rivu, onkur bátur hevði slitið seg leysan og uppgangur gjørdi stórskaða í Nólsoy

Stormur herjaði um landið sunnunáttina og sunnudagin. Vindferðin var upp í stormstyrki, og ættin var útsynningur. Hetta førdi við sær at fleiri smærri skaðar vóru kring landið.

Klokkan 6.50 fekk løgreglan fráboðan um at tveir bátar høvdu slitið seg leysar í Skopun. Seinni á degnum fekk løgreglan enn eina fráboðan úr Skopun, og tá vóru tað skorsteinurin og húsatekjan á Samljóð í Skopun vóru rivnaði av vindinum. Hetta var stutt eftir klokkan 14.

Í Klaksvík vóru eisini fráboðanir um skaðar, og um klokkan 9.30 fekk løgreglan har fráboðan um, at ein bátur hevði slitið seg leysan, og at ein húsaklædningur var rivnaður.

Ein húsaklædningur reiv eisini í Syðrugøtu, um framt at ein vindskeið eisini varð farið í Vestmanna.

Klokkan 13.30 hevði takið á einum fjósi í Oyndarfirði rivið seg leyst, og tá vóru eisini boð send løgregluni.

Ein tekja í Gongini í Havn reiv eisini, sjálvt um har er rættiliga gott fyri vindi. Hann var lágur, og tískil tók vindurin rættiliga hart har, og tað gjørdi so at ein tekja reiv.

Á Argjum vóru eisini skaðar, onkur húsatekja, sum reiv, umframt ein kampingvong, ið hevði flutt seg eitt sindur, og sum mátti surrast.

Tilsamans fekk løgreglan 14 fráboðanir um skaðar av vindi sunnudagin, men sum tað sæst omanfyri, var talan mest um smærri skaðar.


Brimskaðar í Nólsoy

Í Nólsoy var rættiliga nógvur uppgangur, og hetta elvdi eisini til stóran skaða.

- Tá vit komu á staðið um sjeytíðina í morgun breyt framvegis niðan til húsini, so vit máttu bara sum frægast negla fyri klædningin, sum eftir var. Vit vórðu skolaðir undir høvd, og ein maður varð tikin einar 50 metrar við briminum heim í bygdina, sigur Nicolaj Falck, sløkkiliðsleiðari í Nólsoy. Hann greiðir frá, at eini sethús hava fingið skaða. Klædningur er rivin, og ein hurð í eina garasju skolað inn.

- Eg veit ikki, um tað er brimið ella vindur, sum hava rivið klædningin, ella kanska bæði. Men fleiri amboð, sum stóðu í garasjuni eru skolað langt heim í bygdina, greiðir Nicolaj Falck frá.

Umframt húsini, so er stórur skaði á vegin, sum at kalla er skolaður burtur. Eisini reiv klædningur á einum øðrum húsum, men har fingu teir neglt fyri, áðrenn skaðin gjørdist álvarsligur.

Nicolaj Falck greiðir frá, at nakrir bátar í bátahylinum eisini hava fingið smærri skaðar.

- Síðani nýggi brimgarðurin varð gjørdu út frá Kirkjutanga er uppgangurin vorðin størri, tí sjógvurin sleppur ikki burturaftur, sigur Nicolaj Falck.

Aftur hesaferð tilfar skolað inn á fótbóltsvøllin, men Nicolaj Falck heldur ikki, at hann hevur fingið skaða.

- Har liggur eitt tunt lag yvir allan vøllin, sum vit mugu rudda burtur, sigur hann.