Fleiri steypadystir á ólavsøku

Ikki færri enn tveir steypadystir vera við vissu á ovara vølli í Gundadali í Havn á ólavsøku

Nú tað er ivasamt, um finalan í kappingini um løgmanssteypið verður spæld á ovara vølli í Gundadali í Havn ólavsøkudag sum ætlað, boða onnur feløg frá, at tey ætla at spæla steypadystir á ólavsøku.


FF Giza og Undri

Tað er gamla fótbóltsfelagið hjá nólsoyingum, NÍF, sum nú eitur FF Giza, ið hevur bjóðað Undrinum av í steypadysti 27. juli. Vinnarin fær eitt meturhøgt steyp, ið vigar fleiri kilo.

Orsøkin til navnaskiftið er, at eingin nólsoyingur spældi í felagnum longur. Nýggja navnið er eftir staðnum har pyramidurnar liggja í Egyptalandi.


HB og B36 spæla eisini

Hin steypadysturin verður slagið um Havnina, ið heimasíðan hjá HB kallar dystin. Tað eru tey bæði Vodafoneliðini hjá HB og B36, sum skulu dystast. Hesin dystur verður spældur ólavsøkuaftan klokkan seks.

Men tá bæði HB og B36 hava dystir á skránni 26. juli og aftur longu 2. august, verða uttan iva fleiri leikarar spardir í hesum dysti.