Fótbóltur
Longu fyri góðum mánaði síðani segði Fríðin Ziskason í samrøðu við Sosialin, at leiðslan í felagnum ikki ætlaði sær at standa sum passivur eygleiðari, um ítróttarliga gongdin ikki vendist.
Seinastu fýra dagarnar er vend komin í, og tó at KÍ framvegis er beint undir strikuni, so man optimisman kring felagið vera nakað nógv størri nú.
Og við at knýta Toda Jónsson at hópinum, hevur felagið í øllum førum fingið sær tilgongd av størsta hugsandi profilinum. Ein profilur, sum einsamallur kann gera, at áskoðararnir á Injector Arena rúgva meira tann 19. juli, enn teir nakran tíð hava gjørt.
Men tað tykist ikki steðga her.
- Vit hava verið í eini tilgongd, har vit fyrst og fremst hava havt eina fíggjarliga upprudding sum málsetning. Við ársbyrjan høvdu vit eina hampuliga stóra leysaskuld, men við góðum stuðli frá spælarum, sum hava góðtikið lønarniðurskurð – og ikki minst frá teimum báðum fjepparafeløgum, sum vit hava, er hendan nú ruddað burtur. Eg skal ikki siga, at vit hava nógvar pengar, men vit eru komnir heilt burtur úr teimum trupulleikum, sum vit vóru í, so nú fáa vit betur handlað, sigur Fríðin Ziskason.
- Og tað ætla vit eisini at gera. Eg skal ikki seta nøvn ella tal av spælarum á, men tað er púrasta greitt, at vit í summar fáa tilgongd av fleiri spælarum afturat, sigur Fríðin Ziskason.
Lokalar kreftir
Og tað tykist sannlíkt, at talan í stóran mun verður um spælarar, sum so ella so hava átt sín leiklut í KÍ gjøgnum árini.
Soleiðis standa bæði Atli Danielsen og Páll Klettskarð uttan felag í Danmark, og tí er væl hugsandi, at teir vera millum teirra, sum koma heim at hjálpa barndómsfelagnum. Símun Joensen hevur verið til skips seinastu tíðina, men er rennisterki miðvallarin komin seg eftir liðbandsskaða í knænum, er hann ein upplagdur styrkur, og tað sama kann sigast um Erling Fles, sum eina tíð kemur heim úr lestrarørindum.
Um talan verður um nakrar – ella kanska allar – av hesum, sigur søgan einki um enn. Men sambært nevndarformanninum, so kann talan væl gerast um ein heilt áhugaverdan summarsteðg hjá KÍ-fjepparum.