Fleiri sáttmálar ganga út 1. mai

Fleiri sáttmálasamráðingar eru í gongd í løtuni. Føroya Arbeiðsgevarafelag er farið at samráðast við tey fimm arbeiðarafeløgini um nýggjar sáttmálar.

Nógvir av sáttmálunum á privata arbeiðsmarknaðinum ganga út tann 1.mai, og tí eru fleiri samráðingar í gongd í løtuni.
Allir sáttmálarnir millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið eru uppsagdir at fara úr gildi til tann 1. mai, og sama er galdandi fyri sáttmálan við S & K. Sáttmálarnir millum Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnunum og Yrkisfelagið hjá fíggjarstovnum og við Finansforbundet, sum fata um peningastovnarnar, tryggingarfeløg og Elektron, ganga eisini út tann 1. mai – sum sæst aðrastaðni eru nakrir teirra avgreiddir.
Fyrstu fundirnir hava verið millum Arbeiðsgevarafelagið og tey fimm arbeiðarafeløgini. Samráðingarfundir eru avtalaðir millum partarnar í hesari vikuni.
www.industry.fo