Fleiri kvinnur í Noregi velja fiskiskipavinnu

Í fjør vóru skrásettar 392 kvinnur, sum høvdu fiskiskap sum sítt høvuðsyrki í Noregi.

Fleiri og fleiri kvinnur í Noregi velja fiskiskap sum sítt høvuðsyrki.

 

Í fjør vaks talið av fólki í norsku fiskiskipa-og útróðrarvinnuni, og tað vóru serliga kvinnurnar, sum stóðu fyri hesum vøkstri. 

 

Tað vísa fyribils tøl hjá norsku fiskivinnuumsitingini, sum júst eru løgd fram.

 

Við endan av 2021 vóru tilsamans 9.516 fólk í Noregi, sum høvdu fiskiskap og útróður sum sítt høvuðsyrki.

 

Í 2020 var talið 9.491.

 

Talið uppundir ársenda í 2021 er soleiðis tað størsta síðan 2013, tá Noreg hevði 9.559 fólk, sum høvdu fiskiskap sum sítt høvuðsyrki.

 

Í fjør vóru skrásettar 392 kvinnur, sum høvdu fiskiskap sum sítt høvuðsyrki. Tað merkir, at luturin hjá kvinnum framvegis er lítil, tó at hann nú er veksandi.

 

Sambært tølunum hjá Fiskivinnuumsitingini minkaði talið av monnum í fiskiskapi við sjey í 2021, samstundis sum talið av kvinnum vaks við 32.

 

Tað eru serliga yngri kvinnur, sum leita sær umborð á fiskiskip og útróðrarbátar, og í 2021 var talið av kvinnum, sum vóru 30 ár og yngri, 119.

 

Í 2020 var talið av kvinnum 30 ár og yngri 101.

 

Fiskivinnan tykist eisini vera attraktiv fyri yngri menn, tí í 2021 var talið av monnum, sum vóru 30 ár og yngri og høvdu fiskiskap sum sítt høvuðsyrki, 2.082.

 

Tað er kystmagasinet.no, sum ber tíðindini og greinar býtið av fólki - monnum og kvinnum - ið hava fiskiskap sum sítt høvuðsyrki í Noregi.