Fleiri og fleiri børn sleppa í skúla

Í fjør vóru 93 milliónir børn, sum ongantíð komu í skúla. Fimm ár frammanundan var talið 115 milliónir Tølini standa í einari nýggjari frágreiðing hjá ST-stovninum UNICEF.

Men UNICEF ger vart við, at tað er langt ámál enn, og sum væntað eru tað serliga børn í syðra parti av Afrika, sum framvegis ikki fáa nakra skúlagongd.

UNICEF sigur, at í londunum sunnan fyri Sahara eru 41 milliónir børn í skúlaaldri, sum ikki sleppa í skúla. Í Suðurasia eru 31,5 milliónir børn, sum heldur ikki sleppa í skúla.