Fleiri mál um avgjaldshækkingar bíða í Løgtinginum

Ársins fyrsti tingfundur verður í aðru viku

 

Týsdagin 25. januar verður ársins fyrsti tingfundur.

Tá Løgtingið kevur saman aftur týsdagin 25. januar eru tvey mál á skránni. Annað er uppskot til samtyktar um heildarætlan um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini, sum er eitt uppskot hjá Tjóðveldi. Hitt málið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika. Hetta snýr seg um at seta aldursmarki fyri at fáa talgildan samleika niðurí 13 ár.

Tað er eitt uppskot frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Tað liggja annars fleiri onnur uppskot frá Jørgen Niclasen og bíða í Løgtinginum. Tað eru uppskot frá honum um fleiri avgjaldshækkingar.

Eitt er um avgjaldshækkingar á bensini og avgjaldshækkingar á dieselolju. Eisini er uppskot frá honum avgjaldshækkingar tungolju.

Eisini liggur eitt uppskot frá landsstýrismanninum um avgjaldshækking á vegskattinum á øllum bilum í landinum.

 

##med2##

Hesi uppskot um avgjaldshækkingar eru partur av samferðslupakkanum hjá landsstýrinum, sum millum annað skal fíggja tað sum tað fer at kosta landinum, at tað verður ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlunum.

Hetta er fyrsti tingfundur síðani orrustuna í Fólkaflokkinum, sum hevði við sær, at flokkurin koyrdi Anniku Olsen og Brand Sandoy úr tinginum, tí at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hava tikið sæti í staðin.

 

 

Tað er Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskotini um avghaldshækkingar fyri tingið