Fleiri lótu lív í álopi á ST-skrivstovu í Gaza

- Fleiri palestinar, sum høvdu søkt sær skjól í skrivstovubygninginum, vórðu dripin og onnur løstað í álopinum í gjárkvøldið.

Fleiri fólk lótu lív og onnur vórðu løstað, tá álop varð framt á eina ST-skrivstovu í Gazageiranum í gjárkvøldið.

Hetta vóru skrivstovur, sum hýsa einari menningarætlan hjá ST, og tað er ovasti leiðarin fyri stovninum, Achim Steiner, sum ber hesi tíðindi.

 

Sambært Achim Steiner høvdu fleiri palestinar søkt sær skjól í skrivstovubygninginum, og fleiri teirra vórðu dripin og onnur løstað í álopinum.

 

- ST-skrivstovan varð bumbað í gjárkvøldið og fleiri, sum høvdu søkt sær skjól í hølum okkara, lógu eftirá, skrivar leiðarin á X, fyrrverandi Twitter.

 

Hann leggu aftrat, at tað er og verður galið í Gazageiranum, soleiðis sum skilið er og hevur verið hesar seinastu vikurnar.

 

- Sivilfólk, sivila undirstøðukervið og ST-skrivstovur, sum skulu verjast, verða álopin, sigur Achim Steiner, leiðari fyri menningarætlanini hjá ST í Gaza.

 

Sambært tíðindastovuni NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun, var tað ísraelski herurin, sum stóð aftanfyri atsóknina á ST-skrivstovuna í Gazageiranum.