Fleiri línuskip í næstu viku

- Tað verður nógvur línufiskur í næstu viku. Møguliga landar ein bátur mánadagin, og restin kemur helst seinni í vikuni. Skipini hava verið bæði á djúpum vatni eftir brosmu og longu og inni á grunnum eftir toski og hýsu.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya um línuskipini í sínum metingum fyri næstu viku

Um útróður verður sagt, at streymurin verður góður fyrst í næstu viku, men gerst vánaligur seinni í vikuni.

- Veðrið sær ikki út til at gerast nakað serligt, so vit vænta ikki nógvan útróðrafisk, tó kanska nakað fyrst í vikuni.

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er eystanfyri og fiskar svartkalva, meðan restin fiskar upsa. Væntandi koma nakrir, sum fiska upsa, inn, sum vikan gongur. Tann, sum fiskar svartkalva, kemur væntandi seint í vikuni.

- Allir partrolararnir eru eystanfyri og fiska upsa, og nú er fiskiskapurin brúkiligur. Skipini koma inn, sum næsta vika gongur.

Tríggir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku - og ein er norðanfyri og fær mest tosk og hýsu.

Tey bæði garnaskipini, sum eru til fiskiskap, fiska ávikavist havtasku og svartkalva. Tey koma eisini inn at landa í vikuni sum kemur.