Fleiri kvinnuligir íverksetar ynskjast

Bara ein av fýra íverksetum í Danmark er ein kvinna, og bara ein út av tíggju íverksetum er ein sokallað kvinnulig vakstraríverkseti (fyritøkan veksur skjótt)

Í Danmark hevur danska Vinnumálaráðið gjørt nógv burturúr at fáa kvinnur meira aktivar, tá talan er um at stovna vakstrarfyritøkur.

Donsku hagtøluni vísa, at sjálvt um kvinnur hava hægri útbúgving enn menn og sostatt hava góð útlit at stovna egna fyritøku, sum hepnast, so enda kvinnurnar sum oftast hjá almenna sektorinum eftir lidna útbúgving. Nógv færri kvinnur enn menn fara eftir dreyminum at fáa føtur undir egið borð, og alt ov fáar kvinnur hugsa í vøkstri.

Danska stjórnin tekur tølini í álvara, og danski vinnumálaráðharrin hevur lovað at leggja seg í seðlarnar fyri at fáa vent gongdini. Hetta tí, at Danmark hevur sett sær fyri at verða fremst innan íverksetan í 2015, og her skulu kvinnurnar fylgja við.

Eisini danska vinnuhúsið hevur lagt seg í seðlarnar fyri at fáa fleiri vakstrarfyritøkur, har ein kvinna stendur aftan fyri felagið sum stovnari. Í hesum sambandi sigur stjórin fyri danska vinnuhúsið, Tina Roed:

 

»Vakstrarfyritøkur er eitt avgerandi element fyri framburði av Danmark sum vælferðarsamfelag. Við átakinum “Kvinnur í Vøkstri” vil danska vinnuhúsið geva íblástur til fleiri kvinnur at seta hægri mál fyri sína fyritøku. Eisini vilja vit skilja kvinnurnar betur og skilja, hvat drívur verkið hjá teimum soleiðis, at tær kunnu vera partur av vakstrarfyritøkunum«.

 

Í Føroyum er einki sum týður uppá, at tølini fyri kvinnuligar íverksetar eru øðrvísi. Kanningar vísa, at tá kvinnur stovna egna fyritøku, so er tað ofta innan vinnugreinar, har møguleik fyri vøkstri ikki er stórur. Serliga stovna kvinnur fyritøkur innan tænastuvinnuna, innan handlar, harfríðkan ella matstovuvinnu. Eisini vísa kanningar, at kvinnur ofta skifta virkisøki, tá tær stovna fyritøku. Hetta kann hava við sær, at fyritøkan ikki yvirlivir, og at vøksturin tekur longri tíð.

Íverksetarahúsið í Klaksvík hevði í 2008 fleiri íverksetaraskeið. Viðmerkjast skal, at eins nógvar kvinnur sum menn luttóku á hesum skeiðum og nógvar við góðum hugskotum. So nógv týðir uppá, at hugurin er til staðar hjá føroyskum kvinnum at fáa føtur undir egið borð.