Fleiri konufólk skiljast enn mannfólk

Hagtøl


 

Hagtølini í árbókini fyri Føroyar 2001 siga, at fleiri føroysk konufólk eru skild enn mannfólk. Í 1995 vóru 612 føroyskir menn skildir, meðan 648 føroysk konufólk eru farnar gjøgnum hjúnaskilna. Talið er síðani 1995 vaksið støðugt, men her skal tó eisini takast til eftirtektar, at fólkatalið í Føroyum eisini er vaksið síðani 1995. Í 1995 búðu 43.358 fólk í Føroyum og seinastu tølini frá árbókini siga, at í ár 2000 búðu 46.196 fólk í Føroyum. Harav vóru 728 skild mannfólk og 778 skild konufólk.

Í ár 2000 var meira enn helvtin av øllum føroyingum ógiftir. Av 46.196 íbúgvum vóru 24. 354 stakir føroyingar. Tølini siga eisini, at nógv teir flestu ógiftu føroyingarnir eru mannfólk. Talið av ógiftum mannfólkum hevur síðani 1995 allatíðina ligið um 3000 omanfyri ógift konufólk. Her skal tó eisini viðmerkjast, at í ár 2000 vóru umleið 1500 fleiri mannfólk í Føroyum enn konufólk.

Hinvegin, so hava nógv fleiri konufólk í Føroyum mist teirra hjúnafelag enn mannfólk. Talið á einkjumonnum, hevur síðani 1995, ligið á góðum hálvtfimmhundrað einkjumonnum, meðan einkjurnar liggja beint omanfyri 2000. Her spælir livialdurin á mannfólki og konufólki kanska inn. Sagt verður jú, at konufólk liva longur enn mannfólk.

Nú vit hava tikið tølini fyri ógift, skild og einkjumenn og einkjur, so er kanska eisini passandi at taka tølini fyri gift. Tølini fyri giftar føroyingar siga, at mannfólk og konufólk liggja hampuliga jøvn. Javnasta árið er 1999. Tá vóru 8797 gift mannfólk og 8798 gift konufólk. Og til seinast í ár 2000 vóru tilsamans 17. 861 giftir føroyingar. Harav vóru 8928 mannfólk og 8933 konufólk.