Fleiri klagur um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum

? Útlendingar, ið koma henda veg til ítrótt, kunnu ikki hava framíhjárætt til arbeiði, sigur Føroya Arbeiðarafelag

Útlendsk Arbeiðsmegi



? Tað er at fegnast um, at landsstýrismaðurin í innlendismálum tekur spurningin um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum í álvara.
Tað sigur Føroya Arbeiðarafelag í ársfrágreiðing síni, sum varð løgd fram á aðalfundi felagsins í gjár. Felagið sigur, at tað vísir seg í summum førum at vera ein trupulleiki fyri okkum, at vit
fáa útlendska arbeiðsmegi inn í landið.
? Í fyrsta lagi er tað at fegnast um, tí als einki eftirlit er við, hvar tey arbeiða. Tá ið tey fyrst eru komin til arbeiðis á einum føroyskum virki, hendir ofta, at tey fara av virkinum til aðra fyritøku at arbeiða, hóast arbeiðsloyvið bara er galdandi fyri tað ávísa virkið, tey fingu arbeiði á, tá ið tey komu til landið.
Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tey hava fingið fleiri klagur um, at útlendsk arbeiðsmegi leggur hald á arbeiði hjá føroyskum verkafólki.
? Tað kann als ikki vera rætt, tí fólkið, ið her býr, má hava fyrsta rætt til arbeiði, serliga nú, ið tað minkar nógvastaðni, sigur Ingeborg Vinther í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Men samstundis vísir hon á, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur gjørt greitt, at hann
fer at fylgja hesum upp, og at útlendingar kunnu ikki koma fram um okkara egnu arbeiðsmegi.
? Tað er gott, at málið verður tikið upp í álvara, tí tað ber ikki til at flyta inn arbeiðsmegi í ringum tíðum.
Hon leggur kortini dent á, at Føroya Arbeiðarafelag hevur einki ímóti, at útlendingar koma henda vegin.
? Men alt skal vera við skili og útlendingar, ið koma henda veg til ítrótt fyri ymisk ítróttafeløg, kunnu ikki hava framíhjárætt til arbeiði, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag í ársfrágreiðing síni til aðalfundin í gjár.