Fleiri hundrað føroyingar púra útistongdir

hetta er eitt av viðurskiftunum, sum landsstýrið eigur at fáa upp á pláss

-Aftur ein føroysk sending, sum hevur ført til nógv kjak í almennu miðlunum. Og aftur eru fleiri hundrað føroyingar púra útistongdir, tí hvørki er sendingin ella verður sendingin tekstað. Hetta er átaluvert, skrivar Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum á facebook í gjárkvøldið.

 

 

Sendingin, ið sipað verður til, er dokumentarurin Ást fjalir lýti, um morðið og sjálvmorðið sum skakaði landið fyri 50 árum síðani. Kjak hevur verið á sosialu miðlunum um sendingina, sum varð tikin av skránni hjá Kringvarpinum, tí avvarðandi hjá føroyinginum, sum drap norsku Ann og síðani seg sjálvan, ikki ynskti at sendingin varð send. Sendingin varð tó sett aftur á skránna hjá Kringvarpinum, og send í gjárkvøldið. Tó, so var hon send uttan tekst, og hetta er ikki nøktandi, heldur forkvinnan í MBF, Tóra við Keldu.

 

 

Tóra við Keldu heldur, at hetta er eitt av viðurskiftunum, sum landsstýrið eigur at fáa upp á pláss, tí tað verða nógvar góðar føroyskar sendingar sendar í Kringvarpinum, og ferð eftir ferð eru fleiri hundrað fólk, sum ikki fáa luttikið í tí, sum fer fram.

 

 

-Tað eru fleiri hundrað føroyingar, sum ferð eftir ferð ikki fáa fylgt við í almenna kjakinum, tí teir vita ikki, hvat verður sagt. Hetta má koma uppá pláss og ongantíð ov skjótt, sigur Tóra við Keldu.

 

 

Hon heldur, at tryggjast skal, at slíkar viðkomandi sendingar eru atkomuligar fyri tey, sum eru tunghoyrd. Tað eru fleiri hundrað føroyingar í hesum bólkinum.

 

 

Eisini heldur Tóra við Keldu, at nú má onkur taka ábyrgd á økinum. MBF hevur verið á fundi við Mentamálaráðið um júst hetta, og Mentamálaráðið sigur, at peningurin til teksting av sendingum er í tí játtanini, sum longu verður latin Kringvarpinum. Kringvarpið sigur, at stovnurin má fáa hægri játtan, um peningur skal setast av til at teksta sendingar. 

 

 

Tá MBF skrivaði skuggafrágreiðing at senda til ST í 2014, sum vísti á, hvussu ST sáttmálin fyri fólk, sum bera brek, verður hildin í Føroyum var teksting av sendingum eitt av punktunum, sum víst var á. Tóra við Keldu heldur tí, at hetta er nakað, sum landsstýrið eigur at investera í.

 

 

Hóast tað er gleðiligt, at Kringvarpið teknmálstulkar Dag og Viku, so heldur forkvinnan í MBF, at tulkingin og tekstingin skal umfata aðrar føroyskar sendingar við.