Fleiri hundrað fólk inni á gólvinum

Hjá Cheap og Beintu Klakkstein merkist tað av álvara, tá tunnilsdagur er, og tað merkist eisini á umsetninginum

Tá tunnilsdagur er merkist tað altíð handlunum í Klaksvík.
- Vit hava fleiri hundrað fólk inni á gólvinum, onkur hevur hug at siga túsund. Men tað er kanska at taka munnin í so fullan, sigur Beinta Klakkstein.
Men tað merkist hvørja ferð, at tunnilsdagur er.
- Vit royndu at geva út eitt tunnilsblað, men tað gjørdust ov fá, ið vóru við, og so gjørdist tað ov dýrt, sigur Beinta Klakkstein.
Handilsfelagið í býnum er heldur ikki so virkið í løtuni, men tey hava so stovnað eitt handilssamtak.
- Tað er gjørt í samstarvi við Norðlýsið, og vit hava lýst nakað har. Gamla handilsfelagið er lítið aktivt í løtuni, sigur Beinta Klakkstein.
Tunnilsdagar eru fýra ferðir um árið, og tað merkist væl hjá handlunum í Klaksvík.
- Allarflestu handlar hava opið til klokkan 22, og heilt fram til klokkan 20 streymar fólk inn í handlarnar, áðrenn streymurin byrjar at slaka. Men fólk koma heilt fram til klokkan 22, sigur Beinta Klakkstein.
Vanliga plaga tey eisini at hava nøkur serlig tilboð tunnilsdagin, og soleiðis verður eisini hesaferð.
- Vit plaga at finna út av onkrum, og tað gera vit nokk eisini hesaferð, sigur Beinta Klakkstein.