Fleiri hava ætlanir um Smart líknandi bilar

Tá Mercedes yvirtók MCC Smart í 1998, var ikki stórvegis áhugi fyri bilinum millum fólk. Men eftir at Smart við tíðini er vorðin ein væl umtóktur býbilur, sær út til at vent er í holuni. Nú eru tað fleiri bilverksmiðjur ið hava ætlanir um at gera Smart líknandi bilar

Eftir nøkur sera turbolent ár hjá DaimlerChrysler, hevur Smart tó hórða undan. Nú sær tað út til at fleiri bilverksmiðjur hava ætlanir um at gera Smart líknandi bilar.
Smart er einans 2,50 m langur, og er sera lættur at seta frá sær í býum við nógvari ferðslu og trongum parkeringsviðurskiftum.
Sama plattform
Hjá General Motors arbeiða designararnir við tekningum av smáum bilum til bilmerkini Opel, Saab, Subaru, Suzuki, Chevrolet og møguliga eisini Fiat. Hetta eru verksmiðjur sum GM eigur, ella sum teir samstarva við. Ætlanin er at allir hesir bilar skulu hava sama plattform. Eisini hjá BMW, sum hava Mini Cooper koyrandi, hava teir ætlanir um ein mini-Mini.
Kelda: FDM / Motor