Fleiri grundøki í kommununi

Sundalagið: Tað eru mong sum standa á bíðilista eftir grundøkjum í høvuðsstaðnum og hava staðið har leingi.

Hava fólk hinvegin hug at búseta seg aðrastaðni á Streymoynni, so eru grundøki at fáa t.d. í Sunda kommunu, har fleiri av bygdunum í oynni eru við.
Eitt yvirlit, sum stendur á heimasíðu teirra, yvir tøk grundøki hjá Sunda kommunu vísir, at í allari kommununi eru omanfyri 30 tøk í flestu bygdum.
Flestu teirra eru í Hvalvík, har níggju eru tøk og í Streymnesi har sjey eru tøk. Hinumegin sundið eru eisini grundøki at fáa, m.a. eru seks tøk á Oyri og 2 á Oyrarbakka.
Tað er kortini bert í bygdunum Hósvík, Tjørnuvík og Saksun at einki tøkt grundøki er at fáa.
Yvirlitið vísir eisini fermeturprísin fyri hesi grundøkini. Natúrliga eru økini dýrast í Hvalvík og Streymnesi, meðan tey eru bíligast við Gjógv.
Hinvegin so sæst, at bæði á Langasandi og í Haldórsvík er fastur prísur fyri økini, sum eru til taks.