"A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers fond til almene formaal" ella Almuefonden, sum hann vanliga verður róptur, er nógv tann størsti grunnurin í Danmark, og fleiri eru tey, sum hava fingið gagn av pengum úr grunninum. Tann størsta gávan, sum grunnurin nakrantíð hevur latið, er tað nýggja operahúsið í Keypmannahavn, sum kostaði 2,6 milliardir krónur.
Nú er líkt til, at grunnurin fer at lata fleiri stórar gávur í framtíðini, skrivar Berlingske Tidende. Grunnurin hevur eisini nóg mikið at lata av. Hann eigur 40 prosent av partabrøvunum í fyritøkuni A.P. Møller-Mærsk, og við dagsins kursum eru tey meiri enn 90 milliardir krónur verd, skrivar blaðið.
-Operahúsið var nakað fyri seg, men tey seinastu árini hevur grunnurin latið fleiri aðrar stórar gávur til ymsar verkætlanir, og tað er einki at ivast í, at hetta fer at halda fram, sigur stjórin í grunninum, Ove Hornby, við Berlingske Tidende.










