Fleiri framvegis fult

Klaksvíkingar eiga tríggjar teir fremstu í unglingadeildini og fremsta mannin í almenna bólkinum

TALV

Klaksvíkingar hava stóran áhuga í talvi, og ungu menninir fáa góða venjing har norðuri. Tað sást aftur í luttøkuni í FM fyri einstaklingar ? ikki minst í unglingabólkinum. Í hesum bólkinum eru 26 luttakarar. Átta umfør eru á skránni, og eitt umfar er á skránni hvønn dagin fram til og við páskaaftan.

Eftir trý tey fyrstu umførini vóru tað tveir telvarar, sum høvdu fingið fulla úrtøku. Teir vóru Rúni Dragaberg og Ebbe F. Petersen. Teir eru báðir úr Klaksvíkar Talvfelag. Tað er Rani Baldursson eisini. Hann hevði eftir trý umfør 2 1/2 stig og var einsamallur á triðja plássinum. So fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast. Í fjør var Rúni Dragaberg leingi á odda, men hann kiksaði fram ímóti kappingarenda.

Tá unglingarnir verða umrøddir, eigur at verða lagt afturat, at í landsliðsbólkinum eru tríggir luttakarar, sum hava aldur at kappast í unglingadeildini. Men rímuligt vilja Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði og havnamenninir Olaf Berg og Martin Poulsen heldur kappast, har teir hava møguleika fyri størstu avbjóðingunum.

Finnbjørn einsamallur
Í almenna bólkinum eru seytjan luttakarar. Har verður telvað átta umfør. Síðsta umfarið verður á skránni páskaaftan.

Eftir trý tey fyrstu umførini var Finnbjørn Vang úr Klaksvíkar Talvfelag einsamallur á odda við fullum stigatali. Bernhard Augustinussen var næstfremstur við 2 1/2 stigi. Hann er úr Sandavági. Sjey telvarar høvdu tvey stig: Andrias Ziska, HT, Ingolf Gaard, KTF, Jákup á Rógvu Andreasen, VT, Jákup D. Joensen, HT, Bárður Joensen, VT, Heðin Joensen, ST og Jóannes Ortind, ST.